Útbúgvingarætlan
Allir útbúgvingarlæknar skula hava eina persónliga útbúgvingarætlan. Útbúgvingarætlanin er í høvuðsheitum ein ætlan um hvussu útbúgvingarprogrammið skal gjøgnumgangast hjá tí einstaka læknanum.
Útbúgvingarætlanin skal lýsa konkret hvussu og nær kompetancur verða fullfíggjaðar. Útbúgvingarætlanin kan seta fokus á ymisk økið í eitt styttri tíðarskeið, fram til næsta útbúgvingarætlan skal skrivast.
Ein útbúgvingarlækni hevur sjálvur ábyrgd, saman við tutorlæknanum, at fáa eina útbúgvingarætlan. Hann skal sjálvur hava hugsa nakrar tankar um, hvussu hetta skal gerast best. Ein útbúgvingarætlan setur nøkur deilmál, til næsta fund. Tvs. at ein útbúgvingarlækni skal helst hava fleiri útbúgvingarætlanir í eini setan.
Skema til vegleiðarasamrøður, intro, justering og slutevaluering
Hent at vita
- Evni | Tutor
