×
Skert virksemi

Hesa vikuna er skert virksemi, tí øll starvsfólkini fara til Læknadagar at førleikamenna okkum. Frá mikudegnum á middegi er stongt og vit vísa til hinar læknarnar í húsinum. Vit eru aftur mánadagin 22/11.

Sjúkrameldingar

Í samband við sjúku kann verða neyðugt við eini váttan frá lækna. Mannagongdon er ymiskt, alt eftir hvat fyri læknaváttan talan er um.

Ein læknaváttan verður brúkt til at vísa einum avvarandi myndugleika (arbeiðsgevara, skúla o.a.) at mann er sjúkur. Í høvuðsheitum skal tað altíð verða avvarandi myndugleiki, sum ynskir/krevur eina læknaváttan. Oftast er tað nokk at siga við avvarandi myndugleika, at mann er sjúkur.

Um talan er um longri sjúkralega er ofta eitt krav um eina læknaváttan. Ein sjúkramelding kostar 400 kr, í onkrun førum so ber arbeiðsgevarin kostnaðin og í øðrum førum er tað sjúklingurin, sum ber kostnaðin.

Ein læknaváttan kann bert fáast um mann møtir upp persónliga í læknaviðtaluni meðan mann er sjúkur. Tað ber ikki til at skriva eina læknaváttan fyri eina sjúkralegu, sum er farin framvið, um einki er skjalfest í journalin.

Tímalønt

Tímalønt hava rætt til dagpengar í samband við sjúku. Tað krevst ein læknaváttan til almannastovuna, sum er ókeypis hjá sjúklinginum av fáa. 

So skal tað fyllast eitt skjal út, har mann skrivar hvussu nógvar tímar mann hevur mist. Arbeiðsgevarin skal váttað at tað er rætt. Leinki finnur tú her á síðuni.

Sjúk børn

Flestu sáttmálar hava ásetingar um rætt at verða heima við sjúkum barni í 1 ella 2 dagar. Hetta krevur ikki læknaváttan. Um mann er tímaløntur kann mann søkja um dagpening hesar dagar. Leinki er her á síðuni.

Um talan er um longri sjúkralegu hevur mann vanliga ikki rætt til at verða heima, mann hevur ei heldur rætt til sjúkramelding. Ein sjúkramelding í samband við sjúkt barn, kemur bert uppá tal, um talan er um álvarsliga sjúku. Sí leinki.

Hent at vita