×
Stongt 25-26 apríl

Viðtalan er stongd flaggdagin og dýra biðidag. Hevur tú bráðneyðugan tørv á læknahjálp ber til at ringja til læknavaktina á 1870

Heilsuváttan til kavarar

Fyri at sleppa av arbeiða sum vinnukavari ella kava sum frítíðarkavari, skal man lúka ávís heilsukrøv. Hvørji heilsukrøv eru, veldst um landið kava verður í, umframt tað eisini kunna verða ymiskt krøv alt hvat fyri slag av kaving talan er um. Onkrar kanningar kunna kommunulæknar gera og aðrar kunna bert góðkendir vinnukavaralæknar gera. Tað verður viðmælt at fara til ein lækna við serligari vitan Innan kavaramedicin.

Kravið um heilsukanning kemst av, at tað til tíðir kann vera sera kropsliga krevjandi at verða undir sjónum. 

Heilsukanningin skal taka hædd fyri heilsuni hjá tí einkulta og meta um sannlíkindini fyri, at tað gerst ein trupulleiki, tá man kavar. Sjúkur, sum hava einki at siga á landi, kunna verða hættisligar undir sjónum.

Onkrar sjúkur kunna gera, at man er óskikkaður í eina tíð, men kann seinni aftur at kava. Heilsuváttanin kann í onkrun førum gevast við tillagingum viðv. t.d. dýbd.

Ein heilsukanning av einum vinnukavara kann innibera:

  • Hædd og vekt
  • Lungafunktión
  • Blóðprosent
  • Landroynd
  • Kropsliga kanning
  • Røntgen av lungum
  • Hjartabílæt
  • Hoyrn
  • Konditest
  • o.a.

Onkrar sjúkur gera, at man ikki er skikkaður til at verða vinnukavari, tað er m.a.

  • Sjúkur, sum gera at man missir uppmerksemi ella vitið
  • Astma og aðrar lungnasjúkur
  • Nýtsla av heilivági, sum niðursetir kropslig ella sálarlig arbeiðsevni

Hent at vita