×
Skert virksemi

Hesa vikuna er skert virksemi, tí øll starvsfólkini fara til Læknadagar at førleikamenna okkum. Frá mikudegnum á middegi er stongt og vit vísa til hinar læknarnar í húsinum. Vit eru aftur mánadagin 22/11.

Heilsuváttan til kavarar

Fyri at sleppa av arbeiða sum vinnukavari ella kava sum frítíðarkavari, skal man lúka ávís heilsukrøv. Hvørji heilsukrøv eru, veldst um landið kava verður í, umframt tað eisini kunna verða ymiskt krøv alt hvat fyri slag av kaving talan er um. Onkrar kanningar kunna kommunulæknar gera og aðrar kunna bert góðkendir vinnukavaralæknar gera. Tað verður viðmælt at fara til ein lækna við serligari vitan Innan kavaramedicin.

Kravið um heilsukanning kemst av, at tað til tíðir kann vera sera kropsliga krevjandi at verða undir sjónum. 

Heilsukanningin skal taka hædd fyri heilsuni hjá tí einkulta og meta um sannlíkindini fyri, at tað gerst ein trupulleiki, tá man kavar. Sjúkur, sum hava einki at siga á landi, kunna verða hættisligar undir sjónum.

Onkrar sjúkur kunna gera, at man er óskikkaður í eina tíð, men kann seinni aftur at kava. Heilsuváttanin kann í onkrun førum gevast við tillagingum viðv. t.d. dýbd.

Ein heilsukanning av einum vinnukavara kann innibera:

  • Hædd og vekt
  • Lungafunktión
  • Blóðprosent
  • Landroynd
  • Kropsliga kanning
  • Røntgen av lungum
  • Hjartabílæt
  • Hoyrn
  • Konditest
  • o.a.

Onkrar sjúkur gera, at man ikki er skikkaður til at verða vinnukavari, tað er m.a.

  • Sjúkur, sum gera at man missir uppmerksemi ella vitið
  • Astma og aðrar lungnasjúkur
  • Nýtsla av heilivági, sum niðursetir kropslig ella sálarlig arbeiðsevni

Hent at vita