×
Stongt 25-26 apríl

Viðtalan er stongd flaggdagin og dýra biðidag. Hevur tú bráðneyðugan tørv á læknahjálp ber til at ringja til læknavaktina á 1870

Læknar

Turið Holm Johannessen

Kommunulækni

Turið Holm Johannessen

Tók kandidatprógv í medicin á Fróðskaparsetrinum í Keypmannahavn í 2012. Var liðug við serlæknaútbúgvingina í almen medisin / kommunulækni í 2019. Av øðrum økjum við áhugað kunna nevnast heilsukanningar innan sjóvinnuna. Er útbúgvin kavaralækni og knýtt at kavaratilbúgvingina. Er eisini samskipari fyri útbúgvingina av yngri læknum innan almen medicin.

Sjúkrarøktarfrøðingar

Birita Dahl

Sjúkrarøktarfrøðingur

Birita Dahl

Útlærd sum sjúkrarrøktarfrøðingur á fróðskaparsetrinum í Tórshavn í 2016. Byrjaði at arbeiða í kommunulæknaviðtaluni í 2020. Áðrenn hetta arbeitt á Landssjúkrahúsinum, serliga við sjúklingnum við medicinskum sjúkum og krabbameini. Í viðtaluni hevur Birita ymsar uppgávur, bæði í móttøkuni og sjálvstøðugar viðtalur. Birita hevur eftirútbúgving at hava viðtalur við sjúklingar við stress, depression og angist.

Hjørdis Jansdóttir

Sjúkrarøktarfrøðingur

Hjørdis Jansdóttir

Útlærd sum sjúkrarrøktarfrøðingur á University College Sjælland í Roskilde í 2010. Byrjaði at arbeiða í kommunulæknaviðtaluni í 2019. Áðrenn hetta arbeitt mest í skaðastovu í Danmark, men eisini á barnadeilidini í Landssjúkrahúsinum. Hjørdis er útbúgvin viðgerarsjúkrarrøktarfrøðingum og hevur nógvar royndir við smáskaðum, sárum og skaðum á rørslutólið. Hjørdis hevur eftirútbúgving lungnasjúkum og lungnakanningum, umframt Masterclass útbúgving innanfyri sukursjúku.

Sjúkrarøktarfrøðingur

Karin Gaardlykke

Karin er javnan avloysari í viðtaluni, tá føstu sjúkrarrøktarfrøðingarnir eru á skeiði ella líknandi.