×
Stongt Kr. Himmalfarardag

Viðtalan er stongd Kr Himmalfarardag. Vit hava opið aftur sum vant fríggjadagin 10/5

Prísir fyri veitingar

Fólk búsitandi í Føroyum hava atgongd til ókeypis læknahjálp. Læknin fær afturfyri gjald frá Heilsutrygd, sum umsitir heilsutrygdargjaldið, sum øll fólk yvir 18 ár búsitandi í Føroyum gjalda. 

Kommunulæknin veitir tó eisini tænastur, sum ikki eru umfataðar av avtaluni við Heilsutrygd. Í onkrun førum er tað ein annar gjaldari, t.d. tryggingarfelag, almannaverkið ella arbeiðsgevari. Um eingin annar gjaldari er, so skal borgarin gjalda fyri tænastuna.

Prísir fyri veitingar

Heilsuváttanir

  • Koyrikort - 400 kr
  • Sjófólk (bláa bók) - 800 kr
  • Offshore (petroleumsattest) - 1.300 kr
  • Vinnukavarar (FO) - 1.500 kr
  • Vinnukavarar (NO) - 2.000 kr
  • AFS, CISV, Rotary o.l. - 400 kr
  • Ættleiðingarpappír - 500 kr
  • Aðrar heilsuváttanir verða príssettar í hvørjum einstøkum føri

Sjúkramelding

  • Sjúkramelding til fastlønt - 400 kr
  • Aðrar sjúkrameldingar verða príssettar í hvørjum einstøkum føri
  • Sjúkrameldingar til ALS, barsilskipanina og almannaverkið verða goldnar av móttakandi stovni

Koppseting

  • Koppsetingarætlan (1. viðtala, obligatoriskt) - 300 kr
  • Koppsetingar, injektion - 150 kr
  • Eftirfylgjandi koppsetingar, injektionir, sama dag - 75 kr prik

Útlendingar, sum eru búsitandi uttanfyri Norðurlond og Stóra Bretland

  • Viðtala - 500 kr
  • Onnur viðger, t.d. seyma sár verður príssett í hvørjum einstøkum føri

Hent at vita

  • Evni | Ymiskt