×
Stongt Kr. Himmalfarardag

Viðtalan er stongd Kr Himmalfarardag. Vit hava opið aftur sum vant fríggjadagin 10/5

Barnakonukanningar

Tá mann er við barn er tilboð um kanningar hjá kommunulækna og jarðarmóður. 1. viðtalan er hjá kommunulækna, sum so sendur ávísing til Landssjúkrahúsi. 

Tá tú ert komin uml. 6-8 vikur skal tú koma til 1. viðtalu. Til ta viðtaluna skula svarast uppá spurningar um heilsu, fyrrv. føðingar v.m. Tað hevði lætt um, um mann hevur útfylt spurnarblaðið á hesi síðuni og hevur tað við til viðtaluna. 

Til allar viðtalur skal man hava eina landroynd við, tað er sjálvandi eisini møguligt at gera eina landroynd í viðtaluni. 

Mann skal sjálvur biðja um tíð til viðtalurnar, mann verður ikki innkallaður. 

  • Fyrsta viðtalan í uml. viku 6-8 (er hjá sjúkrarøktarfrøðingi)
  • Onnur viðtalan í uml. viku 10
  • Triðja viðtalan í uml. viku 24
  • Fjóðra viðtalan í uml. viku 34
  • Fimta viðtalan uml. 8 vikur eftir føðing

Hent at vita